Annað

Mjølnir fekk skarpan gang frá Fleyr, og Ternan gav ÍF dygga mótstøðu

Bónus-kappingin, menn: Mjølnir - Fleyr 3-0 (26-24, 25-23, 25-22), Ternan – ÍF 1-3 (19-25, 25-23, 21-25, 21-25).

2024-01-14 09:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mjølnir - Fleyr 3-0 (26-24, 25-23, 25-22)
Eftir at hava verið aftanfyri 9-11, legði Fleyr seg framum 13-11 eftir góðar servur frá Mattiasi Nolsøe Isaksen og fór síðan framum 18-15. Netserva og síðan blokkur frá Jóhan Arna Elisson Wang og serviess frá Ólavi Johannesen gjørdi tað til 18-18, og so fylgdust liðini allan vegin til 24-24, tá Mjølni eydnaðist at vinna tvey stig á rað – fyrst við hjálp frá Fleyr, sum servaði í netið, og síðani við blokki frá Jóhan Arna.

Leingi gekk eisini javnt á í øðrum setti, til Mjølnir legði seg á odda 19-15, men Fleyr fekk tó samband aftur og minkaði um munin niður í bara eitt stig við 22-23 og 23-24. Næsta servan hjá Fleyr var tó ov long, og so vann Mjølnir 25-23.

Fyrstu løtuna í triðja setti var Fleyr fyri tað mesta á odda, viðhvørt við trimum, men so javnaði Mjølnir til 9-9 og fór framum 14-11. Fleyr javnaði tó aftur til 14-14 og fór framum 19-18, áðrenn Mjølnir javnaði aftur til 19-19. Og so gekk sum í undanfarnu settunum, har Mjølnir vann bóltarnar, tá settið skuldi avgerast, og støðan gjørdist 23-19 til Mjølnir, og so var ov møtimikið hjá Fleyr at taka tað mista innaftur, og Mjølnir vann 25-22.

Ternan – ÍF 1-3 (19-25, 25-23, 21-25, 21-25)
4. desember skrivaði Ternan soleiðis á Facebook:

– Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at tað er strævið at tapa, og hart at byggja upp frá grundini. Men tað er stuttligt at spæla flogbólt, tí hava vit ongar ætlanir um at geva skarvin yvir. Alt tað harða arbeiðið vit leggja í nú, fer at vísa seg.

Og sigast má, at sjón gekk fyri søgn í gjár, tá Ternan vann sítt fyrsta sett hetta kappingarárið, og var væl við hini trý settini eisini. Tveir nýggir mans úr Kanada, Dion Laviolette og Erich Perau, vóru at síggja á Ternuliðnum, og teir munaðu væl. Gleðiligt var eisini at síggja, at Vukasin Nedeljkovic hjá ÍF var aftur á vøllinum, eftir at hava sitið uttanfyri við skaða í okkurt um eitt ár. Í gjár spældi hann tó sum libero fyri at spara knæið, sum framvegis er bundið inn.

Eftir at ÍF hevði vunnið fyrsta sett 25-19, var einki sum bendi á, at Ternan skuldi vinna annað sett, tá ÍF legði seg framum 18-12. Men eftir leikbrá vann Ternan sjey stig á rað og legði seg á odda 19-18 eftir tryggar servur frá Trygva á Brekkukletti. Ternan megnaði at halda seg frammanfyri, tað sum eftir var av settinum og vann 25-23, eftir at ÍF hevði yvirlivað fyrra settbóltin.

Ternan helt fram við sama lag í triðja setti til 13-13, tá ið ÍF fór framum og økti so líðandi um leiðsluna og vann 25-21.

Ternan var eisini frammanfyri fyrstu løtuna av fjórða setti, men eftir 7-6 vann ÍF seks stig á rað og legði seg á odda 12-7. Tann munurin helt sær restina av settinum, sum ÍF vann 25-21.

Støðan í steypakappingini:

[object Object]

Ikki kann sigast, at liðini liggja á løtu síðuni, tí bæði liðini spæla aftur í dag – hesaferð í landskappingini. Ternan tekur ímóti oddaliðnum Mjølni, og ÍF tekur ímóti nr. 2, SÍ. Báðir dystirnir byrja kl. 13.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder