
Í gjár varð lítil samkoma uttanfyri býráðshølini í Klaksvík. Høvið var, at Mjølnir í hesum kappingarárinum hevur vunnið trý steyp í fremstu røð. Kvinnurnar, og serliga menninir, vóru greitt á odda, tá koronasteðgurin kom í mars. Trý umfør í grundspælinum og finalurnar manglaðu, men Flogbóltssambandi tó avgerð um, at Mjølnir var føroyameistari 2019/2020 - bæði hjá kvinnum og hjá monnum.
Les eisini: Flogbóltsárið endað - heilsustødan avgerandi
Í februar vunnu menninir hjá Mjølni eisini steypakappingina, og tí var nógv at heiðrað í gjár, hóast tað varð gjørt á heldur øðrvísi hátt enn vanligt.
Borgarstjórin, ið sjálvur hevur spælt nógv flogbólt, og Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri, ynkstu tillukku, og Rani Nolsøe spældi nøkur løg. Løtan var hildin uttanfyri býráðshúsið og í tráð við tilmælini.
Menninir hjá Mjølni eftir steypasigurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald