Fyrsti triðingurin av meistaradeildini hjá monnum var lagdur aftur um bak seinasta vikuskifti, og í gjár varð farið í holt við annan triðing, tá Mjølnir tók ímóti SÍ – fyri aðru ferð í 10 dagar.
Farna vikuskiftið gjørdu sørvingar gjørdu tá “tað vanliga” – teir vunnu eitt sett - men trupult tykist vera hjá teimum at fáa tað fyrsta stigið í kappingini, sum at byrja við tóktist at vera sera jøvn, men har munurin millum tey bæði ovastu, Mjølnir og ÍF, og tey bæði niðastu, Fleyr og SÍ, gerst alsamt størri.
Aftur í gjárkvøldið endaði dysturin 3-1, tá Mjølnir vann á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Í kvøld kl. 19 spæla Fleyr og ÍF í Gundadalshøllini.
Støðan í flogbóltskappingini er tann, at Mjølnir hevur 17 stig fyri 7 dystir, ÍF 15 stig fyri seks dystir, Fleyr 7 stig fyri 6 dystir og SÍ hevur enn onki stig fingið í sínum 7 dystum.
Komandi vikuskifti spæla SÍ og Fleyr í Sørvági og oddaliðini ÍF og Mjølnir í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald