Annað

Mjølnir vann 3-0 triðju ferð uppí slag

Føroyameistararnir úr Klaksvík hava fult stigatal eftir dystin í dag. Fley vann eisini ein sannførandi 3-0 sigur.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-16 20:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tveir dystir vóru á skránni í Meistaradeildini hjá monnum í dag.

Í Sørvági tók SÍ ímóti Mjølnir. Her vunnu gestirnir ein sannførandi 0-3 sigur við sett úrslitinum 18-25, 20-25 og 18-25. Mjølnir hevur vunnu allar tríggjar dystirnar teir hava spælt í ár 3-0.

Í Høllini á Hálsi tók Fleyr ímóti ÍF. Her vann vann heimaliðið ein sannførandi 3-0 sigur. Sett úrslitini vóru 25-23, 25-18  og 25-22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder