Annað

Mjølnir vann á Fleyr

Talan var um tættan dyst, tá finaluliðini frá í fjør hittust í Klaksvík í kvøld.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-11-27 23:36 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein dystur var á skránni í Meistaradeildini hjá monnum í kvøld.

Talan var um ein dyst ímillum liðini, ið hittust í finaluni í fjør, Mjølni og Fleyr.

Mjølnir vann dystin 3-2, við sett úrslitinum 25-23, 21-25, 25-17, 21-25 og 15-11.

Greipuvinnararnir úr Mjølnir hava vunnið allar dystirnar í ár, og liggja greitt á odda í Meistaradeildini við 11 stigum fyri 4 dystir.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder