Annað

Mjølnir var væl við aftur í gjár

Greipuvinnararnir taptu gamaní øll settini í útidystinum í Challenge Cup, men liðið úr Klaksvík bjóðaði niðurlendska Numidia VC Limax av. Hetta var fyrsta slíka evropeiska roynd hjá føroyskum felagi.

Tað endaði 25-17, 25-20 og 25-19 í seinna dystinum. Sum heild er formaðurin hjá Mjølni væl nøgdur - eitt føroyskt lið hevur víst, at man kann taka avbjóðingina upp (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Tað endaði 25-17, 25-20 og 25-19 í seinna dystinum. Sum heild er formaðurin hjá Mjølni væl nøgdur - eitt føroyskt lið hevur víst, at man kann taka avbjóðingina upp (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2023-11-02 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mjølnir menninir gjørdu føroysku flogbóltsfamiljuna erna. Hetta er niðurstøðan hjá Flogbóltssambandi Føroya

- Tá Numidia VC Limax úr krútsterku flogbóltstjóðini Holland kom úr pottinum, vóru helst mong ið hugsaði, at Mjølnir mennirnir verða blástir av vøllinum. Men so varð ikki. Mjølnir vístu á heimavølli 25. oktober og aftur í gjárkvøldið at bestu føroysku liðini væl kunnu gera seg galdandi.

Hetta var fyrsta føroyska royndum í so stórari evropeiskari kapping. Mjølnir vann fyrsta settið í fyrra dystinum sannførandi og var heilt nær við at økja til 2-0 í Klaksvík. Tað endaði tí 1-3, og í gjár vann Numidia VC Limax 3-0. Setúrslitini vísa tó á ein rímiliga tættan dyst:

25-17, 25-20 og 25-19

Serliga í 2. og 3. setti fylgdust liðini. Tað stóð millum annað á jøvnum 15-15 og 17-17, har yrkisspælararnir á hollendska liðið síðani drógu frá.

- Hetta hevur verið ein spennandi avbjóðing, sum leikararnir hava verið glaðir fyri, og sum teir eisini hava verið ernir av. Fyri felagið hevur hetta verið eitt stórt stig, tí væl av umsiting er rundan um slíkar dystir. Hesi umsitingarligu krøv hevur Palli Ziskason tikið sær hegnisliga av. Hartil hevur hetta eisini verið eitt fíggjarligt tak, sum tó er yvirkomiligt. Vit eru ikki so langt frá at kunna koma víðari. Munurin er ikki ovurstórur.

Hetta sigur formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen, við Flogbóltssambandið.

[object Object]Mjølnir skoraði nógv stig í so at siga øllum settunum - greipuvinnararnir løgdu út sum eitt óløgi í Klaksvík (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)


Um samanberast skal við úrslitini sum flogbóltsfeløg úr Noreg og Danmark høvdu í hesi Challenge Cup kappingini, so eru úrslitini hjá Mjølnir onki aftanfyri - heldur frammanfyri.

- Hetta kundi bent á, at bestu føroysku feløgini ikki eru so langt frá at fáa veruliga góð úrslit og koma víðari í kappingini, um nakað av hepni eisini er við í lutakastinum. Spennandi verður tí at síggja hesi næstu árini, hvørji føroysk lið verða við í Challenge Cup ella Champions League í flogbólti og hvussu tað fer at gangast. Hendan luttøkan hevur í hvørt fall avbera stóran týdning fyri føroyskan flogbólt, skrivar FBF.

Dysturin varð av tekniskum orsøkunum spældur í Belgia - beint við markið til Niðurlond. Mest skorðandi leikarin hjá Mjølni í gjárkvøldið gjørdist Bartlomiej Grezegorzewski úr Pólandi við 9 stigum.  Saman við landsmanni sínum Mateusz Pazgan, gjørdist hann eisini mest skorðandi leikarin í heimadystinum, har úrslitið gjørdist 1-3. Hetta eru fyrstu dystirnar hjá pólsku spælarunum fyri felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder