Tvey gull, tvær silvur og tvær bronsur. 5 føroysk met, 3 føroysk juniormet og 2 føroysk landsliðsmet, umframt søgulig úrslit so sum fyrsti undir tveir minuttir í 200 firvald (Isak D. Brisenfeldt), og fyrsti undir 50 sekund í 100 frí (Bartal Erlingsson Eidesgaard).
Hetta var úrttøkan til NM/NJM kappingarnar í Vejle síðsta vikuskifti.
Sum svimjing.com vísir á, so gjørdu føroysku svimjararnir bart. Í so stóran mun at tað er sjálvdan sæð til norðurlendskar meistarastevnur.
- Vit skulu langt aftur í søgubøkurnar, til at finna eina Norðurlendska Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu har føroyskir svimjarar stóðu seg so mikið væl, sum hesar tríggjar dagarnar nú í Vejle.
Tað sum minnir mest um, var NJM 2007, har Pál Joensen (1990, SuSvim) vann gull í 200, 400 og 1500 frí, og Kári J. á Høvdanum (1990, Ægir) silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg. Altso 3 gull, 1 silvur og 1 bronsu. Úrslitið í 2019 við trimum gullheiðursmerkjum og einum silvuri - Signhild Joensen og Vár Erlingsdóttir Ejdesgaard - kann eisini sammetast.
Líggjas Joensen endaði við ikki færri enn trimum NJM-heiðursmerkjum í Vejle
Hesaferð gjørdist talan um seks føroysk heiðursmerki. Harav vóru trý til Líggjas Joensen, sum nú svimur fulla tíð í Danmark - øll innan "frí". Hann vann fyrsta føroyska gullheiðursmerki á NM/NJM í fimm ár.
Líggjas varð ársins mannligi svimjari í Føroyum fyri 2024, og ársins svimjari hjá kvinnum, Lea Osberg Højsted, tryggjaði sær eina bronsu í 200 m bringu umframt fleiri føroysk met.
Isak Brisenfeldt varð tann fyrsti føroyingurin undir tveir minuttir í 200 metrar firvald, og tað gav eisini NM-gull. Staffettin hjá monnum fekk eisini flott úrslit.
Heiðursmerki
Gull:
Líggjas Joensen (2008, Ægir) NJM-gull í 400 frí
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) NM-gull í 200 firvald
Silvur:
Líggjas Joensen (2008, Ægir) NJM-silvur í 1500 frí
Líggjas Joensen (2008, Ægir) NJM-silvur í 200 frí
Bronsu:
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) NJM-bronsu í 200 bringu
Mennirnir (2003, SSF) NM-bronsu í 4×200 frí
Sí úrslistalistarnar her
Føroysk met:
Lea O. Højsted (2008, Ægir) føroyskt met og juniormet í 200 bringu
Mennirnir (2003, SSF) føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí
Lea O. Højsted (2008, Ægir) føroyskt met og juniormet í 100 bringu
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) føroyskt met og juniormet í 200 firvald
– fyrsti undir 2 minuttir í 200 firvald
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) føroyskt met í 100 frí
– fyrsti undir 50 sekund í 100 frí
Mennirnir (2003, SSF) føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald