Í dag hevur lutakast verið á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksembourg um bólkabýti í nýggju Silver League. Talan er um ein bólk, har nøkur av lægru styrkismettu flogbóltstjóðunum í Evropa hittast, og er tað ikki talan um eins sterka mótstøðu, ið Føroyar møtti í í Eurovolley undankappiningi fyrr í ár.
Eftir lutakastið er greitt, at kvinnurnar eru í einum bólki við fýra liðum. Hesi eru Portugal, Montenegro og Georgia.
Mennninir eru í einum bólki saman við tveimum øðrum liðum; Letland og Kýpros. Flogbóltssamband Føroya skrivar soleiðis um møguleikarnir hjá liðunum.
- Um hugt verður eftir styrkismetunum hjá CEV fyri evropisku liðini, so áttu føroysku kvinnurnar at haft ein møguleika ímóti Georga, sum tapti allar sínar dystir í Eurovolley undankappingini.
Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari.
Bæði kvinnurnar og menninir byrja við sínum heimadystum og leika síðani útidystirnar, so síðst í mei og fyrst í juni verður flogbóltsfepur í høllini á Hálsi í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald