placeholder
Fótbóltur

Mourinho fingið nýtt starv

Portugisiski venjarin skal komandi trý kappingarárini standa á odda fyri AS Roma. - Tá Jose gjørdist tøkur, tóku vit beinanvegin av møguleikanum at tosa við ein av bestu venjarnum nakrantíð, sigur ítróttarstjóri felagsins.

17 dagar eftir, at hann varð sagdur í starvið í London, er kunngjørt, at José Mourinho hevur skrivað undir sáttmála í Rom (Mynd: EPA)

17 dagar eftir, at hann varð sagdur í starvið í London, er kunngjørt, at José Mourinho hevur skrivað undir sáttmála í Rom (Mynd: EPA)

2021-05-04 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

19. apríl varð Jose Mourinho uppsagdur í Tottenham - 17 mánaðir eftir at hann tók yvir, dagin eftir at kunngjørt varð, at Tottenham skuldi verða eitt av liðunum í European Super League, og seks dagar áðrenn Carabao Cup-finaluna sum Tottenham tapti fyri Manchester City.

Umstríddi venjarin er nú uppsagdur í trimum teimum seinastu feløgunum, ið hann hevur staðið á odda fyri - Chelsea, Manchester United og Tottenham - men 25 stór steyp og ein rúgva av royndum draga, og nú er greitt, hvat næsta uppgávan hjá 58-ára gamla Mourinho verður: Hann skal royna at fáa AS Roma at blanda seg í oddin í Serie A aftur.

- Tá Jose gjørdist tøkur, tóku vit beinanvegin av møguleikanum at tosa við ein av bestu venjarnum nakrantíð. Vit vóru blást umkoll av djúpa ynskinum hjá Jose at vinna og hansara ovurhuga fyri fótbólti: Líkamikið hvussu nógv steyp hann hevur vunnið, so er hansara høvuðsfokus altíð á tað næsta. Hann hevur vitanina, royndirnar og leiðaraeginleikarnar, ið tað tekur at kappast á øllum støðunum...vit eru ógvuliga vís í, at Jose er tann perfekti venjarin til okkara projekt langa tíð fram

Soleiðis sigur Tiago Pinto, ítróttarstjóri í Roma, við heimasíðu felagsins í samband við setanina.

Mourinho skal í summar avloysa landsmannin Paulo Fonseca. Í løtuni er høvuðsstaðarliðið nummar sjey í Serie A, og um Roma heldur plássið, so fær liðið atgongd til nýggju European Conference League komandi ár - tað er sama kapping, ið tey flestu føroysku liðini skulu spæla. Møguleiki er so at siga slett ikki at røkka Europa League, og als ikki Champions League, nú fýra umfør resta í. Hóast eina 2-1 leiðslu í steðginum á Old Trafford í farnu viku, so hevur Roma so at siga ongan møguleika at røkka Europa League-finaluni. United skoraði fimm ferðir í 2. hálvleiki og harvið er 6-2 undan seinnu uppgerðini, sum verður í Rom hóskvøldið.

Jose Mourinho stóð frá 2008 til 2010 á odda hjá Inter Milan. Felagið er júst vorðið meistari fyri fyrstu ferð, síðani Mourinho var í felagnum. Tað eydnaðist bæði árini tá, og í 2010 vann Inter eitt søguligt Treble, tá Coppa Italia og Champions League-steypið eisini komu til Milano. Hann hevur nú skrivað ein trý-ára sáttmála við størsta felagið í "æviga býnum"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder