Fótbóltur

Mourinho fingið sekkin í Tottenham

Tottenham annars spæla Carabao Cup finalu sunnudagin – 29 ára gamal ungdómsvenjari tekur fyribils yvir.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-04-19 14:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Portugisiski venjarin hjá Tottenham Hotspurs, José Mourinho, hevur í dag fingið sekkin.

Mourinho kom til felagið í november 2019 sum avloysari fyri Mauricio Pochettino.

Orsøkin til avgerðina skal vera, at úrslitini ikki hava staðið mát til vónirnar. Í løtuni liggur Tottenham nummar sjey í Premier League.

Avgerðin um at senda venjaran heim kom óvæntað, tí Tottenham stendur beint framman fyri eini stórari uppgávu. Sunnudagin skal liðið spæla finaluna í Carabao Cup móti Manchester City.

Tað er ikki bara Mourinho, sum fekk sekkin. Venjarahópurin, mannaður av Joao Sacramento, Nuno Santos, Carlos Lalin og Giovanni Cerra hava eisini fingið sekkin, skrivar BBC.

Fyrrverandi Tottenham-leikarin, 29 ára gamli Ryan Mason, sum hevur arbeitt í ungdómsdeildini hjá felagnum, tekur fyribils yvir sum managar í Tottenham. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder