Í ellivu ár stóð David Moyes á odda fyri Everton. Tíðin frá 2013 hevur tó verið nakað óstøðug hjá skotanum, ið tó hevur fingið tamarhald á West Ham-liðnum seinastu tíðina, og í kvøld sigraði liðið úr London í Liverpool.
Tað var als ikki nakað stórt nýggjársfýrverk, ið liðini stóðu fyri í ársins fyrsta Premier League-dysti. Ógvuliga fáir málmøguleikar vóru, og tað var 0-0 í 84 minuttir. So royndi vinstri bakkurin hjá West Ham, Aaron Cresswell, seg við langskotið. Bólturin rakti eitt Everton bein, og síðani rann Tomas Soucek inn í bóltin og í málið úr stuttari frástøðu.
David Moyes kundi fegnast á sínum gamla heimavølli (Mynd: EPA)
Kekkiski miðvallarin tryggjaði harvið Moyes og liðnum trý stig. Talan var um eitt vónbrot fyri liðið hjá Carlo Ancelotti. Um Everton hevði vunnið, so hevði liðið bert verið eitt stig aftanfyri oddaliðið Liverpool.
Um eina løtu verður fyrsta bríksl á Old Trafford, har Villa vitjar United.
Premier League
17. umfar - 1. januar 2021
Everton - West Ham 1-0 (0-0)
86' Tomas Soucek
20.00: Manchester United - Aston Villa
Støðan - flestu liðini hava nú spælt 16 dystir
1. Liverpool 33 stig
2. Manchester United 30 stig *
3. Leicester 28 stig
4. Everton 29 stig
5. Aston Villa 26 stig **
6. Chelsea 26 stig
7. Tottenham 26 stig *
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig
10. West Ham 26 stig **
11. Leeds 23 stig
12. Wolves 21 stig
13. Arsenal 20 stig
14. Newcastle 18 stig *
15. Crystal Palace 19 stig
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 13 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig
*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri
*** Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald