Fótbóltur

Myndir: 07 Vestur - B36 kvinnur

B36 vann 2-0 móti nýggja liðnum í deildini, 07 Vestur, á Dungasandi seinnapartin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-17 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast fleiri møguleikar, so eydnast tað ikki 07 Vestur-kvinnunum á heimavølli seinnapartin at fáa bóltin í málið hjá B36. Hinvegin eydnaðist tað teimum hvítu havnardamunum tvær ferðir at spæla seg til eitt mál.

Fyrst Jacoba Langgaard tá 39 minuttir vóru farnir, og síðani Olga Kristina Hansen í seinna hálvleiki tá 72. minuttir vóru leiktir.

B36 vann 2-0 og fær trý stig á kontuna. Trý kærkomin stig, tí í teimum fyrstu trimum umførunum eydnaðist tað bara at vinna sær eitt stig við einum javnleiki móti EBS/Skála.

07 Vestur, sum er eitt av nýggju liðunum í bestu kvinnudeildini í ár, hevur sostatt framvegis trý stig. B36 fer framvið vágakvinnum á stigatalvuni og leggur seg á fimta pláss við fýra stigum.

Dystirnir í 4. umfari

07 Vestur - B36
39’ Jacoba Langgaard 0-1
72’ Olga Kristina Hansen 0-2

Dystirnir í morgin
HB - NSÍ (Kl. 12:15)
AB/B71 - Víkingur (Kl. 13:00)
EBS/Skála - KÍ (Kl. 14:00)

Støðan í Betri deildin kvinnur

1. HB (7 stig)
2. EBS/Skála (7 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. KÍ (5 stig)
5. B36 (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder