2021-10-26 20:23
Tað bleiv til eitt 7-1 tap ímóti Ungarn í regninum á Tórsvølli í kvøld.
Føroyar løgdu seg á odda aftaná bara sjey minuttir, tá Lea Lisberg skoraði eftir hornaspark.
Góð byrjan, men so kom Ungarn ígongd meðan okkara einki fingu at rigga. Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 5-1. Í seinna hálvleiki fingu føroysku kvinnurnar vart eitt sindur betri fyri, og tað Ungarn fekk bara tvey mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald