Fótbóltur

Myndir: B36 vandi á leikvøllinum í Lettlandi

Løtt venjing í hitanum hjá Hoseth og hansara monnum- Auda spælir ikki á sínum vanliga heimavølli. Sí myndir hjá Inga Arge.

(Mynd: Ingi Arge)

(Mynd: Ingi Arge)

2024-07-09 22:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint í gjárkvøldið kom B36-hópurin til Lettlands við leiguflogfarið. Umborð var eisini Víkinga-hópurin, eins og nevndarlimir, venjarar, hjálparfólk og fjepparar.

Víkingur spælir hósdagin klokkan 16. B36 spælir á Skonto leikvøllinum í Riga í morgin, mikudagin klokkan 16.

Hetta er sami leikvøllur, ið KÍ spældi á í 1992, tá føroyskur fótbóltur var við í Evropa á fyrsta sinni. Tá spældi B36 móti Avenir Beggen úr Luksemborg.

Í morgin er tað KÍ móti liðið úr Luksmborg og B36 í lettiska høvuðsstaðnum. Auda er favorittur til dystin klokkan 20 føroyska tíð sum ikki er á vanliga heimavøllinum hjá liðnum, sum hevur væl færri evropiskar royndir enn B36.

B36-hópurin vandi í 26 hitastigum á grasinum. Tað verður tó ikki heitt at spæla, tí tað verður klokkan 22 lokala tíð. Talan var um lætta venjing.

Ingi Arge tók hesar myndirnar:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder