Fyrri dysturin var leiktur í Bosnia/Herzegovina og endaði 2-0 til FK Borac.
B36 skuldi tí av álvara reisa seg í returuppgerðini í Gundadali, sum varð í kvøld. Og tað gjørdu teir, og vóru serliga effektivir upp á brotspørk.
Magnus Egilsson skoraði hattrik og tvey av málunum vóru upp á brotsspark. Sosatt var B36 víðari tá 66 minuttir vóru leiktir, men í 75. minutti minkaði FK Borac um munin til 3-1, og tað gjørdist javnt samanlagt.
Fleiri mál komu ikki í vanligari leiktíð, og longd leiktíð skuldi til. Tá liðini ikki fingu bóltin inn, var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.
Her var B36 effektivt við brotssparkum og vunnu 4-3.
Sí myndir sum Bjarni Enghamar tók í Gundadali í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald