Fótbóltur

Myndir: Føroyar stríddu seg fínt úrslit

Føroyska kvinnulandsliðið fótaði sær eftir tvey skjót mál ímóti tíðliga í dystinum. Ikki fyrr enn móti endanum av dystinum økti Ukraina til 3-0.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-02 21:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1060 áskoðarar og gott lag á Tórsvølli í kvøld hóast 3-0 tap í skjáttuni.

Ukraina var á vitjan hjá føroyska kvinnulandsliðnum og gav okkara kvinnum ein skelk tíðliga í dystinum. Tvey mál komu í 12. og 14. minutti, men eftir hetta fótaði føroyska liðið sær.

Støðan í hálvleikinum var 0-0.

Í øðrum hálvleiki megnaðu Føroyar at halda gestunum frá at skora, og okkara ernaðust eisini nakað og megnaðu at varðveita bóltin í løtum.

Stutt fyri leiklok, í 83. minutti, øktu ukrainsku kvinnurnar til 3-0 sum eisini gjørdist úrslit. Hetta er munandi betri úrslit enn 5-0 tapið seinast liðini møttust.

Týsdagin er aftur landsdystur á skránni hjá kvinnunum. Tá er Skotland á vitjan.

Føroyar - Ukraina 0-3 (0-2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder