St. Peter Port, Guernsey: Klokkan umleið hálvgun níggju tíðina í kvøld, lendi A320neo flogfarið hjá Atlantsflog á 1460 metra langa flogvøllinum á Guernsey, og harvið er stóra føroyska oyggjaleikaferðalagið komið upp á pláss í øllum góðum.
Tað var fitt av spenningi uppi í loungini á fyrstu hædd har útsýnið yvir flogvøllin er gott. Fleiri vóru komin fyri at síggja flogfarið hjá Atlantsflogi seta seg í sólsetrinum.
Tí hetta er fyrstu ferð, at eitt flogfar av slíkum slag hevur lent her. Ikki tað størsta, tí eitt Boeing 737 hevur verið her fyrr, visti ein av flogkønu monnunum í loungini at siga.
160 fólk vóru við flogfarinum hjá Atlantsflogi í kvøld. Umframt ítróttafólk og -leiðarar vóru eisini gestir hjá ÍSF. Løgmaður er her við familju, borgarstjórin í Havn og Klaksvík umframt umboð fyri fyritøkurnar, sum stuðla ÍSF peningaliga.
Føroyska ferðalagið er eitt av teimum stóru, og møguliga eisini tað einasta, sum kemur við leigaðum flogfari beinleiðis heimanífrá.
160 fólk vóru við flogfarinum í kvøld. Tilsamans telur føroyska ferðalagið á Guernsey 184.
Orsøkin til, at ikki øll vóru við flogfarinum í kvøld er, at júst longdin á flogvøllinum í Guernsey varð ein avbjóðing, so tað ikki var hildið ráðiligt at fylla flogfarið.
Føroyska ferðalagið er í góðari tíð, tí kappingarnar byrja ikki fyrr enn sunnudagin. Fyrsta punkt á umfatandi skránni er setanarhátíðarhaldið, sum verður hildið í havnarlagnum í høvuðsbýnum, St. Peter Port, leygarkvøldið.
Leikirnir fara fram yvir seks dagar. Tá síðstu heiðursmerkini eru handað seinnapartin fríggjadagin seta føroyingar kósina heimaftur. Tá verður roknað við, at øll sleppa við flogfarinum hjá Atlantsflogi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald