Alt er framvegis opið undan seinna dystinum millum H71 og Slavia Praha í European Cup, sum verður leiktur í annaðkvøld.
Fyrri dysturin, sum varð leiktur í Høllini á Hálsi í kvøld endaði 29-27 til kekkisku gestirnar.
Slavia Praha er til at tosa við, og var H71 eitt lítið vet hepnari, stóð á jøvnum ella enntá vóru hoyvíkingar á odda undan seinna dystinum. Tá 45 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 24-24, men í meira enn tíggju minuttir skoraðu hoyvíkskvinnur einki meðan tær úr kekkia skoraðu fýra.
Síðstu løtuna eydnaðist at minka um munin, so tað vara blivu tvey mál á muni.
H71 - Slavia Praha 27-29 (16-18)
Jana Mittún 6 mál
Marita Mortensen 4 mál
Anna Halsdóttir Weyhe 3 mál
Guðrið á Borg 3 mál
Lukka Arge 2 mál
Maria Halsdóttir Weyhe 2 mál
Vár Bentsdóttir 2 mál
Elsa Egholm 2 mál
Brynhild Pálsdóttir 1 mál
Christina Arge 1 mál
Lív Bentsóttir 1 mál
Alda av Skarði 40% (9 bjargingar/22 skot)
Rúna Larsen 11% (2 bjargingar/18 skot)
Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald