Kappróður

Myndir: Heimsins flottasta kappróðrarneyst tikið í nýtslu

Nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrafelagð varð tikið í nýtslu seinnapartin. Flest øll vóru samd um, at hetta man vera heimsins flottasta av sínum slag.

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2023-01-25 21:58 Author image
Dávur Winther
placeholder

Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari móttøku í samband við, at nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag varð tikið í nýtslu.

Uttanfyri var flaggskrýtt og inni stóðu brellbitar á ymsum borðum runt um í húsinum, meðan hugnaligir tónleikur frá Jógvan hjá Inu og Eyðun Nolsøe, sum vit kenna frá Hjarnar, kryddaðu hugnan og smakkin.

Anfinn Nielsen, sang eisini tveir sangir saman við Jógvan og Eyðun, sum legði væl afturat tí góða hugnanum, ið var.

Røður vórðu hildnar av Karl H. Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini og umboð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag, Sonju Kjølbro, forkvinnu og Fróða Waag, sum hugleiddi um góða andan í felagnum og góðar løtur annars.

Báðir endaveggirnir vóru klæddir við hópin av vøkrum steypum, sum nú rættiliga eru komin til heiðurs og æru í hesum snotiliga bygningi, sum Ósbjørn Jacobsen, Arkitektar hava teknað, meðan Malltek hava smíðað.

At kalla øll, sum tóku orðið, tók til, at hetta við vissu man vera heimsins flottasta kappróðrarneyst. Allir gestirnir og húsfólkini vóru sannførd um, at her er í øllum førum talan um eitt risa lop langt framm í tíð við sera góðum kørmum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag!

- Hjartaliga til lukku!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder