Nú er greitt, at tað verða KÍ og HB, sum hittast í steypafinaluni hjá kvinnum.
KÍ vann 3-1 við Løkin móti NSÍ, og tað var nokk til at vinna samanlagt. NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 1-0.
Í Havn var neyðugt við longdari leiktíð. EBS/Skála vann fyrru hálvfinaluna 2-0. Tá 90 minuttir vóru leiktir í Gundadali seinnapartin stóð á jøvnum samanlagt 2-2, og longd leiktíð skuldi til fyri at finna ein vinnara.
Í longdu leiktíðini eydnaðist tað HB at vinna dystin 4-1 og 4-3 samanlagt.
Sí myndir úr Runavík seinnapartin niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald