Fótbóltur

Myndir: NSÍ - Víkingur kvinnur

Víkingakvinnur fóru við øllum trimum stigunum, tá tær við Løkin vunnu 3-2 móti NSÍ seinnapartin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-01 16:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru víkingakvinnur, sum aftaná síðsta bríksl við Løkin seinnapartin, kundu lyfta armarnar upp um høvd.

Undan dystinum í dag høvdu tær bara fingið eitt mál, men nú hava tær veruliga fingið hol á.

Og tað var eisini útiliðið sum í dystinum millum NSÍ og Víking, legði út við málskjótingini. Tað var tá Jensa Petursdóttir setti bóltin i netið aftaná góðan hálvan tíma. Stutt fyri hálvleik javnaði Monika Samuelsen fyri NSÍ til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki var Víkingur naskari og hevði eisini vindin við sær. Kortini vóru tað tær í gulum sum løgfu seg á odda tá 75 minuttir vóru leiktir við máli frá Mariu Johansen.

Víkingur legði størri trýst á, og í 83. minutti bragdaði, tá Jens Tórólvsdóttir javnaði til 2-2. Nógv bendi á, at liðini fóru av vøllinum við einum stigi í part, men víkingakvinnur vildu tað øðrvísi. Í yvirtíðini var Barba Svabo Hansen í NSÍ-málinum óheppin, og 15 ára gamla Rakul Sørensen kundi seta bóltin í netið og avgera alt.

3-2 til Víking, sum hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. Samstundis eitt skot fyri bógvin hjá NSÍ, sum undan kappingarárinum var spátt at kunna geva KÍ kapping um FM.

NSÍ - Víkingur 2-3
31' Jens Petursdóttir Olsen 0-1
38' Monika Samuelsen 1-1
75' Maria Johansen 2-1
83' Jens Tórólvsdóttir 2-2
90' Rakul Sørensen 2-3

Støðan í Betri deildini kvinnur 2021

1. Víkingur (7 stig)
2. HB (6 stig)*
3. EBS/Skála (6 stig)*
4. KÍ (4 stig)*
5. NSÍ (3 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. B36 (0 stig)*
8. AB/B71 (0 stig)

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder