NSÍ vann í kvøld stórsigur 5-1 á HB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum.
Støðan var 1-1 í steðginum, men trý mál frá Lenu Olsen og eitt frá Sáru Samson Lamhauge í seinna hálvleiki gjørdu, at NSÍ hevur annað beinið í steypafinaluni.
Seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB verður leikt um ein mánað, 26. september.
Í hinari hálvfinaluni spæla B36 og Víkingur. Tær hvítu hava havt eitt misjavnt ár, og eru endaðar í niðara bólkinum í landskappingini. Tískil mugu víkingakvinnur, sum hava verið flúgvandi í ár, sigast at vera favorittar at vinna hitt plássið í finaluni. Fyrra hálvfinalan verður í Gundadali mikukvøldið kl. 20.
Sí myndir av Tórsvølli í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald