Eftir mental venjing við Jens á Skipagøtu, sum eisini er málverjuvenjari, varð farið í gongd at venja í Høllini á Hálsi.
Føroyska liðið arbeiddi í dag leingi við verjuspælinum og serliga álopskendu 5-1 verjuna, har Jana Mittún er fremst og órógvar spælið hjá mótsstøðuliðnum.
Hetta verður helst eitt vápn móti Sveis og møguliga okkurt av hinum liðunum í Basel.
Síðani varð farið í gongd við álopsspælið, har Claus Mogensen og Simon Olsen vildu venja yvirtalsspæl: 7 móti 6. Móti endanum var dystur á fullum vølli.
Bjørk Franksdóttir Joensen vandi ikki saman við hinum í dag.
Spælararnir hava nú eti døgurða saman, og so verður hvíld heima restina av degnum. Í morginárini, mikudagin, verður flogið beinleiðis til Basel saman við nógvum føroyskum fejpparum.
Sí eisini: Vænta umleið 400 føroyskar fjepparar í Basel
Fyrsta uppgávan í endaspælinum verður móti sveisisku vertunum fríggjadagin klokkan 17 føroyska tíð. Portalurin verður við til EM.
Sí myndir sum Sverri Egholm tók í Høllini á Hálsi seint fyrrapartin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald