2021-04-03 19:29
Tað gjørdist spennandi í flogbólti hjá kvinnum í dag, tá SÍ og Dráttu spældu seinnu hálvfinaluna. Sørvágskvinnu vunnu fyrru hálvfinaluna 3-0, men í dag gav Dráttur dygga mótstøðu.
Liðini máttu út í ein fimm-settara fyri at finna vinnaran í seinnu finaluni, og úrslitið gjørdist at Dráttur vann fimta settið.
Sostatt skuldi eitt gullsett til, og tað bleiv eisini sera spennandi. SÍ kvinnur vann gullsettið 17-15 og eru føroyameistarar í flogbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald