Noreg er milum tær heilt stóru hondbóltstjóðirnar, men í dag var tað Føroyar sum var omaná, tá U20 liðini hjá londunum brustu saman.
Føroyar vunnu 33-31.
Undir hesum endaspælinum hava nógvir føroyingar verið at sæð á áskoðaraplássunum í Portugal. Í dag var einki undantak, og millum annað var A-landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, at síggja.
Í morgin klokkan 12 verður leikt móti Póllandi. Vinna Føroyar tann dystin koma vit í B-semifinaluna, og liggja væl fyri til at vinna sær luttøku til enn eitt endaspæl.
Sí myndirnar sum fotografurin Harald Bjørgvin tók í Porto í Portugal:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald