Hondbóltur

Myndir: Spentir føroyingar áðrenn dystin móti Svøríki

Umleið 50 fjepparar - familja hjá spælarum og onnur - gera seg til reiðar at stuðla til avgerandi dystin hjá U19 í Kroatia í kvøld.

Nógvir føroyingar hittust á matstovu tætt við høllina (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Nógvir føroyingar hittust á matstovu tætt við høllina (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-05 17:15 Author image
Egin Tollaksson Kass
placeholder

Uppgerðin við Svøríki í kvøld hevur alt siga, í mun til víðari luttøku í HM-endaspælinum hjá føroysku U19-monnum.

Teir eru á veg í høllina, og stutt frá høllini hita teir flestu føroysku fjeppararnir upp saman: Í sólini og í vøkrum umstøðum.

Samanlagt eru umleið 50 føroyingar, helst eitt sindur fleiri, í býnum og tað kann gera mun til dystin móti Svøríki, sum byrjar klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder