Opatija, Kroatia (Portalurin) - Iran hevur skelkað bæði Føroyar og Svøríki, og tað skal bert ein formleiki til, so hevur Iran endaliga spælt seg víðari í HM-endaspælinum fyri U19-menn. Talan er um dystin móti Burundi, sum byrjar klokkan 16. Føroyar og Svøríki vunnu við ávíkavist 32 og 50 málum á Burundi og ávíkavist taptu og javnaðu móti Iran.
Úrslitini hava lagt trýst á evropeisku londini, sum vóru greiðir favorittar at fara víðari úr bólkinum áðrenn kappingina. Føroyska liðið hevur veruliga skula reist seg, eftir at hava mist sigurin hóskvøldið.
Sí eisini: Ísak Vedelsbøl: - Standa ikki móti trýstinum - skulu reisa okkum mentalt
Svøríki kann standa seg við javnleiki og er á pappírinum favorittur til avgerandi dystin í kvøld. Hetta vísa m.a oddsini, men liðið endaði eisini á 2. plássi til EM-endaspæli í fjør og vann við trimum málum á Føroyum í fyrsta dystinum í tí kappingini. Í tí dystinum skoraði Óli Mittún heili 17 mál, og tað er avgjørt ein lykil í kvøld, at hoyvíkingurin í svenskum hondbólti spælir upp til sítt besta.
Ein krampi og fylgjandi viðgerð og reglur gjørdu, at Óli Mittún misti nakrar virðismiklar minuttir í dystinum móti Iran hóskvøldið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Nú skulu Óli og liðfelaginir reisa seg og royna at spæla seg víðari (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Føroyar mangla tíverri framvegis strikuspælaran Eyðbjørn Heina Danielsen, hvørs loyvi onkursvegna ikki komu uppá pláss. IHF vil ikki boyggja seg, hóast talan er um eitt lítið tekniskt mistak. Vestmenningurin noyðist harvið aftur at hyggja at.
Sviar mangla Pella Segertoft, sum varð kosin besti verjuspælari í EM í fjør. Teir eru helst eisini nakað raktir av trýstinum, og um Føroyar fáa bilbukt við misnýttar møguleikar - brendu 21 skot móti Iran - og fáa sett verjuna, tálmað vandamikla Alex Månsson, umframt at neyðugar bjargingar koma frá Aleksandar Sasha Lacok, so verður helst talan um ógvuliga spennandi dyst.
Bæði liðini hava nógvar stuðlar við her í Kroatia, so talan kan gerast um eitt inntenst kvøld í høllini, har tað má bresta ella bera, í mun til at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Dysturin byrjar klokkan 18 kann stroymast her. Portalurin verður á staðnum.
U19 HM-endaspæl, 3. umfar í bólkaspælinum
Leygardagin 5. august, Opatija:
18.00: Føroyar - Svøríki
Støðan í bólki H eftir 2. umfar:
1. Svøríki 3 stig
2. Iran 3 stig
3. Føroyar 2 stig
4. Burundi 0 stig
Tvey tey ovastu liðini koma víðari til høvuðsumfarið. Liðið sum endar á 1. plássi fær stig við sær.
Les eisini: Skulu stríðast móti Svøríki um pláss í næsta umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald