Opatija, Kroatia (Portalurin) - Seinasta samdøgrið hevur føroysku U19-landsliðshópurin sleikt sárini og hevur roynt at komið fyri seg eftir tunga dystin og tunga tapið fyri Iran.
Føroyar vóru annars á odda við fýra málum í steðginum og 17-11 seks minuttir inn í seinna hálvleik, men okkara mistu pippið og taptu 27-29. Brendir málmøguleikar vóru millum tað, sum kostaði, og verjan hevði heldur ikki tamarald á síðstu longu løtuna.
Sí eisini:
Hjalti Mohr Jacobsen - Vit gerast ov fjálturstungnir og brenna ov nógv
Ísak Vedelsbøl: Vit standa ikki móti trýstinum
Tøl frá tapinum fyri Iran
Føroyar mistu sigurin móti Iran
Iran hevur veruliga loypt hvøkk á í HM-endaspælinum, sum byrjaði við, at asiatiska landið spældi javnleik móti Svøríki. Sviar vunnu, eins og Føroyar risasigur á Burundi, og harvið spæla Svøríki og Føroyar avgerandi dyst um víðari luttøku í morgin.
Taprin fer í niðara millum- og endaspæl, og hevði tað verið stórt vónbrot - serliga fyri sviar. Føroyska liðið hevði tó avgjørt eisini sett nøsina upp móti at íhvussu er koma víðari og síðani bjóða av um stuttligu plássini.
Sí eisini: Marginalar kunnu verða avgerandi í einum HM-endaspæli
Til tess er neyðugt við megnaravriki móti Svøríki, sum vann við trimum málum, tá liðini hittust í EM-endaspælinum í fjør. Svøríki endaði við silvuri tá - Føroyar á 9. plássi.
Dysturin í morgin verður helst um 2. plássið í bólkinum. Hann byrjar klokkan 18 føroyska tíð, og kann stroyamast á Youtube-rásini hjá IHF Competitions. Portalurin verður á staðnum.
(Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Sí fleiri myndir frá dystinum í gjár her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald