Annað

Myndir: Súkkla nú í Vágum

Fyri løtu síðani komu Jákup Petur Eliasssen og Ken Bærentsen við fylgi upp úr Vágatunlinum og hava sett kós móti Gásadali. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-27 22:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er ikki nógv eftir fyri í dag hjá Jákup Peturi Eliassen og Ken Bærentsen, sum hava sett sær fyri at súkkla til allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar.

Túrurin fyri í dag endar í Gásadali, og í skrivandi stund eru súkklararnir í Sandavági.

Eftir ætlanini verða súkklararnir í Gásadali um middnáttaleitið.

Aftur í morgin verður súkklað, og byrjað verður í Fugloynni og endað verður mikumorgunin á Vaglinum.

Vit tóku nakrar myndir við Fútaklett fyri løtu síðani. Níggju súkklarar eru í fylginum í kvøld.

--

Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder