Eftir ein langan dag í Runavík týsdagin og ein langan dag í Klaksvík í gjár, hevur føroyski EM-hópurin í dag verið á einari stuðulsvitjan í høvuðsstaðnum, áðrenn autografar vórðu skrivaðir eina løtu seinnapartin í SMS.
Sí eisini: Myndir: EM-fyrireikingar í Klaksvík
Síðani varð farið út á Argir, har tað fyrst var "skúlatími" - taktikfundur - áðrenn hondbóltsvenjing byrjaði í høllini í skúlanum á Argjahamri.
Claus Mogensen legði dent á millum yvirtal og undirtal og "fyrstu bylgju" - álopsspælið var í miðdeplinum eina løtuna.
Sí eisini: Hørð men heilt ymisk mótstøða í Basel
Um heilsustøðuna kann sigast, at Pernille Brandenborg ikki vandi vegna sjúku. Strikuspælarin og liðskiparin fær tó mest sannlíkt spælt móti Svøríki - um ikki í morgin so leygardagin. Karina Debes Heinesen, sum ikki er í sjálvum EM-hópinum, vandi ístaðin við á Argjahamri
Súna Krossteig Hansen skal framvegis hava nógv tape og annað á fótin men fær væl vant og spælt. Elsa Egholm vandi ikki fulla venjing, tí eitthvørt í lærinum órógvaði hana.
Føroyar spæla venjingardyst móti Svøríki B (svenska deildarlandsliðnum) í morgin, fríggjadagin 22. november, í Badmintonhøllini í Klaksvík. Dysturin byrjar klokkan 19. Upphiting og kappingar fyri fjepparar verða í KÍ-høllini frá klokkan 17.30.
Leygardagin klokkan 16 verður spælt móti Svøríki á Skála - mikumorgunin 27. november er fráferð til Sveis.
Sí nakrar myndir niðanfyri, sum Sverri Egholm tók:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald