
Pristina, Kosovo (Portalurin): Nógvur trafikkur og regn. Hetta var nakað, ið setti dám á túrin til Fadil Vokrri leikvøllin og so venjingin sjálva.
Leikvøllurin liggur miðskeiðis í Pristina, ið er høvuðsstaðurin í Kosovo. Føroyar spældu spældu har í septemer 2018. Tá var talan um fyrsta skrásetta dyst hjá Kosovo í egnum landi.
Tað endaði 2-0 til heimaliðið. Á føroyska liðnum tá vóru fleiri, sum eisni vandu her fyri løtu síðani: Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Kaj Leo í Bartalsstovu, Gilli Rólantsson Sørensen, Klæmint Andrasson Olsen, René Shaki Joensen og Gunnar og Sølvi Vatnhamar. KÍ spældi Conference League dyst móti Ballkani á sama leikvølli í august (3-2).
Tað tók áleið ein tíma at koyra teir 9,6 kilometrarnir frá Mariott gistingarhúsinum í útjaðaranum av Pristina. Tað var tysingartíð (meldurtíð), og harvið skuldi tol til, men lagið í miðlabussinum var í hvussu er heilt gott.
Tá komið var á leikvøllin var stuttur tíðindafundur við landsliðsvenjaranum og liðformanninum, og síðani høvdu miðlarnir møguleika at fáa orðið á Vatnhamar-brøðurnar.
Talan var um eina lætta venjing, har nakað av taktiskum fokusi var. Regnið, ið komið var niður, gjørdi, at vøllurin var heldur tungur og hálur. Forðingar vóru eisini settar upp við málini, so økið við tey ikki fór at verða traðka meira niður.
Føroyar og Kosovo spæla venjingingardyst á Falid Vokrri leikvøllinum klokkan 17 í morgin, leygardagin 19. november
-
Fadil Vokrri Stadium (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Mads Boe Mikkelsen peikar (Mynd: Sverri Egholm)
-
Noah Hans Mneney (Mynd: Sverri Egholm)
-
Samuel Johansen Chukwudi (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Bárður á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm)
-
Samuel Johansen Chukwudi (Mynd: Sverri Egholm)
-
Martin Agnarsson við bóltinum (Mynd: Sverri Egholm)
-
Patrik Johannesen í brummu (Mynd: Sverri Egholm)
-
Málverjarnir Mattias Heðinsson Lamhauge og Bárður á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm)
-
Igor Ardoris, Eli Hentze og Richard Dahan (Mynd: Sverri Egholm)
-
Meinhard Egilsson Olsen, Rene Shaki Joensen og Stefan Radosavljevic (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bárður á Reynatrøð (Mynd: Sverri Egholm)
-
Føroyski liðskiparin meðan Hallur Hansson ikki er tøkur, Viljormur Davidsen (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald