Á middegi hevði føroyska A-landsliðið hjá monnum tíðindafund í nýggju hølunum á vestaru síðu á Tórsvølli, í samband við at venjingardystur verður leiktur móti Liktinstein í morgin. Har vóru landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og vinstri bakkurin Viljormur Davidsen, sum í morgin spælir sín landsdyst nummar 50 í morgin.
Teir settu orð á nøkur ting viðvíkjandi dystinum móti Ísland, ið teir vóru væl nøgdir við á mangan hátt, og síggja nú fram til dystin móti Liktinstein í annaðkvøld, har Føroyar eru í favorittleiklutinum.
Føroyar hava spælt fimm A-landsdystir móti Liktinstein. Allir hava verið venjingardystir, og Føroyar hava vunnið allar. Seinast liðini spældu í Føroyum var í 2003, tá Føroyar vunnu 3-1 á Tórsvølli.
Liðið hevur nú vant í sólini á Tórsvølli. Talan var ikki um nakra harða venjing. Sonni Ragnar Nattestad og Jákup Biskopstø Andreasen eru ikki longur í hópinum vegna ávíkavist próvtøku og skaða/sóttarhaldsreglar í Írlandi. Heðin Hansen úr HB er komin inn í hópin og verður við í morgin. Tað er ivasamt, um Gunnar Vatnhamar, ið vandi fyri seg sjálvan í dag aftur, verður tøkur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald