Annað

Nadal vann US Open og nærkast Federer

Spaniólin vann í nátt sítt Grand Slam steyp nummar 19.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-09 21:55 Author image
Niels Pauli Danielsen

Rafael Nadal basti í nátt Daniil Medvedev í finaluni í US Open, og hevur við sínum 19 sigrum, nú bert eitt Grand Slam steyp færri enn Roger federer, ið hevur vunnið 20 Grand Slam kappingar. Hetta var fjórðu ferð at Nadal vinnur US Open.

Dysturin vardi í 4 tímar og 50 minuttir, og tað skuldu fimm sett til at avgera dystin. Sett úrslitini vóru 7-5, 6-3, 5-7, 4-6 og 6-4.   

Hjá kvinnunum vann Bianca Andreescu úr Kanada finaluna ímóti Serena Williams við sett úrslitinum 6-3 og 7-5. Andreescu er tann fyrsti kanadiski vinnarin av eini Grand Slam kapping.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder
placeholder