Fótbóltur

Næstan 100 børn á fótbóltsskúla í Sørvági

FSF skrivar, at umleið 90 børn í aldurinum 6 til 14 ár luttóku.

Mynd: fsf.fo

Mynd: fsf.fo

2019-08-19 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsskulin í Sørvági var hósdagin og fríggjadagin. Hann varð skipaður í  samstarvi millum FSF og 07 Vestur.

- Sum heild gekk sera væl. Hósdagin var veðrið gott, og nógvar góðar venjingar vóru á skránni. Fríggjadagin regnaði illa, og tað setti dám á dagin. Men eg haldi at allir luttakararnir hugnaðu sær og fingu nógv burtur úr, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá FSF.

Hetta var fimti og seinasti fótbóltsskúlin, ið Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri í summar. Umleið 90 børn í aldurin 6 til 14 ár vóru á fótbóltsskúla á Dungasandi í Sørvági. Hinir fótbóltsskúlarnir hava verið í Havn, á Toftum, á Eiði og á Argjum. Tilsamans hava umleið 540 børn og ung verið á fótbóltsskúla hjá FSF í ár.

Fleiri myndir kunnu síggjast á fsf.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder