Hon gjørdi av álvara vart seg í 2019/2020, tá hon sum blaðung skeyt av rúgvu av málum fyri Kyndil. Hetta kappingarárið hevur høgi bakspælarin verið darvað av millum annað skaða í knæðnum, men tá Natasja Hammer hevur verið á vøllinum á hægsta støði í Føroyum, hevur hon víst eyðsýnd evni.
Nú skal hon royna vísa tey og byggja uppá í Íslandi. Knattspyrnufélagið Haukar kunngjørdi í gjárkvøldið, at felagið hevur gjørt tvey-ára sáttmála við 18-ára gomlu Natasju Hammer, ið harvið skiftir Tórshavn út við Hafnarfjørðin og Kyndil út við Haukar, ið endaði nummar seks út av átta liðnum í Ólisdeild kvenna, ið er besta kvinnudeildin í Íslandi. Tað gjørdi liðið við Anniku Fríðheim Petersen sum fyrsta málverja. Landsliðsmálverjin skifti úr H71 fyri einum ári síðani og hevur staðið seg væl í Íslandi.
- Natasja er 18-ára gomlu og ein av teimum mest spennandi og evnaríku leikarunum í Føroyum. Hon kann spæla á øllum plássum, útyvir at vera ein góður verjuleikari. Hon hevur verið ein lyklaleikari á øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum og var nýliga í bruttohópinum hjá føroyska A-landsliðnum, ið spældi seg í høvuðsundankappingina til EM.
Natasja, her við U17-landsliðnum...
Og her eftir eitt av sínum mongu málum fyri Kyndil (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hetta skrivar Haukar á heimasíðu sínari. Í felagnum hava tey havt eyguni eftir føroyskum hondbólt.
- Vit sóu eina rúgvu av dystum í føroysku kappingini síðsta vár (2020, red). Vit leitaðu eftir einum málverja, ið vit fingu í Anniku. Vit sóu eisini evnini hjá Natasju í fleiri av hesum dystunum, og vit fegnast um, at hon hevur tikið avgerð um at taka tað næsta fetið við at koma til okkum. Ein ungur leikari við stórum tilknýti til Ísland, og tað verður spennandi at síggja hana menna seg og leggja afturat sínum spæli í reyðu Haukar-blusuni, sigur nýggi venjarin hjá Natasju.
Tilknýtti, ið sipa verður til, er serliga, at pápi Natasju er Finnur Hansson. Hann hevur eina langa yrkisleið sum leikari aftanfyri seg og hevur nú verið leingi í Føroyum. Íslendingurin er eisini hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Áðrenn Natasja Hammer fer til Íslands skal hon spæla Euro Championship kappingina í Norðurmakedonia 10.- 18. jul við U19-landsliðnum.
Annika Fríðheim Petersen og Natasja Hammer skulu komandi kappingarár vera liðfelagir í Íslandi (Mynd: Haukar)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald