Hondbóltur

Neistin - Kyndil og H71 - StÍF x2

Tveir dystir verða leiktir í bæði SMS-deildini og Okkara-deildini í dag.

Grannauppgerð á Hálsi fer í gongd nú (Mynd: Sverri Egholm - Savnsmynd)

Grannauppgerð á Hálsi fer í gongd nú (Mynd: Sverri Egholm - Savnsmynd)

2018-10-14 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær grannauppgerðir verða í Høllini á Hálsi seinnapartin, og bæði kvinnurnar og mennirnir hjá StÍF vitja í Hoyvík.

Dystirnir hjá kvinnum fara í gongd nú. H71 er komið sera væl í gongd í ár og er stórfavorittur á heimavølli í dag. Lagt er upp til eina spennandi grannauppgerð í Høllini á Hálsi, har Kyndil skal royna at fáa sínu fyrstu stig.

Neistin hevur fult stigatal í Okkara-deildini, og tað kann gerast eitt brak, tá grannarnir spæla í dag. Neistin kann koma frammum VÍF, ið legði seg á odda í deildini við sigri í gjár, og Kyndil kann nærkast vestmenningum og koma uppá javnt við Neistan. Í Hoyvík hittast tvey lið, ið hava tapt tveir dystir og vunnið ein

Les eisini: Vestmenningar vunnu í Kollafirði


Støðan í SMS-deildini:
H71 6 
VÍF 4
Neistin 4
Stjørnan 3
StÍF 1
Kyndil 0

(Øll liðini hava leikt tríggar dystir)



Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 7 (4 dystir)
Neistin 6 (3 dystir)
Kyndil 4 (4 dystir)
KÍF 3 (5 dystir)
StÍF 2 (3 dystir)
H71 2 (3 dystir)
Team Klaksvík 2 (4 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder