Fótbóltur

Neistin væl við í oddinum

Neistakvinnurnar vunnu í kvøld við seks málum á StÍF.

Marjun Danberg skeyt 8 mál í sigrinum hjá Neistanum í kvøld
(Savnsmynd/Bjartur Vest)

Marjun Danberg skeyt 8 mál í sigrinum hjá Neistanum í kvøld (Savnsmynd/Bjartur Vest)

2018-11-03 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í kvøld. StÍF var á vitjan hjá Neistanum í Høllini á Hálsi. Hetta var fyrsti dysturin í 6. umfarið.

Neistin hevði tørv á tveimum stigum fyri at fylgja við VÍF, ið vann í Klaksvík hóskvøldið. Seinast Neistin var í leiki, fekk liðið úr Havn javnleik móti greipuvinnarunum og favorittinum til at vinna aftur í ár.

VÍF vann greitt í Klaksvík

Heimaliðið greiddi eisini sína skyldu í kvøld. Útiliðið kom annars væl betri frá byrjan, og StÍF var eina løtu á odda 4-1. Dysturin javnaði seg tó skjótt, og heimaliðið tók leiðsluna fyri fyrstu ferð stutt fyri hálvleik. Í 2. hálvleiki koyrdi Neistin sigurin heim.

Neistin - StÍF 23-17 (12-7)

Toppskjúttar: Marjun Danberg 8, Rebekka Zachariassen 6

Neistin er ájavnt í stigum við VÍF og trý stig aftanfyri H71. Neistakvinnur hava tó leikt ein dyst fleiri.

Støðan:
H71 10
VÍF 7
Neistin 7 *
Kyndil 4
Stjørnan 3
StÍF 1 *

Leikt 6 dystir - ein dyst fleiri enn hini liðini 

Í morgin kl.14.00 tekur Kyndil móti VÍF.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder