Hondbóltur

Neistin vann tættan og týðandi sigur á Stjørnuni

Neistakvinnur eru eitt stig aftanfyri Kyndil og H71 í SMS-deildini. Kyndil vann í kvøld við tjúgu málum á StÍF, har Turið Arge Samuelsen skoraði 17 mál.

Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði átta mál í gjár og gjørdist harvið toppskjútti (Savnsmynd - Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði átta mál í gjár og gjørdist harvið toppskjútti (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2022-12-01 20:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini varð spældur í gjárkvøldið. Hann var í høllini á Hálsi í gjárkvøldið, og talan var um dyst nummar níggju í kappingarárinum hjá bæði Stjørnuni og Neistanum.

Neistin kom nógv betur frá byrjan og var á odda 4-0 eftir fimm minuttir, men Stjørnan kom skjótt betri við og var eisini omaná seinna partin av fyrra hálvleiki. Eitt tíðarskeið stutt fyri hálvleik skoraði útiliðið fýra mál á rað og kom á odda við fimm málum, men Neistin fekk svarað aftur, og í steðginum var munurin tvey mál.

Í seinna hálvleiki át Neistin seg inn á og síðani framum Stjørnuna. Tá klokkan vísti 42.11 legði toppskjúttin Maria Pálsdóttir Nólsoy Neistan á odda. Útiliðið kom ongantíð á javnt aftur. Merkisvert var, at Stjørnan bert hevði otta útileikarar á dómaraseðlanum, og hetta hevur møguliga havt eina ávirkan út á dystin.

Unga Neistaliðið liggur nú nummar trý á stigatalvuni - eitt stig aftanfyri grannarnar Kyndil og H71. Hoyvíkskvinnur hava spælt ein dyst færri - Kyndil vann í kvøld við heili tjúgu málum á StÍF. Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 av teimum 40 málunum hjá teimum grønklæddu í Høllini á Hálsi.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen var í hopla í kvøld (Savnsmynd)

SMS-deildin
Í gjár, mikudagin 30.11

Neistin - Stjørnan 28-26 (14-16)
Toppskjúttar: Maria Pálsdóttir Nólsoy 8 mál, Bjørk Franksdóttir Joensen 6 mál

Sí dómaraseðil her

Í kvøld, hósdagin 01.12


Kyndil - StÍF 40-20 (19-9)
Toppskjútti: Turið Arge Samuelsen 17 mál

Sí dómaraseðil her

Stigatalvan og dystarskráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder