Nú er greitt, hvørji tólv lið eru í endaspælinum í NFL, og sum harvið framvegis hava møguleikan at vinna Super Bowl fyrsta sunnudagin í februar.
Í gjár leikti Tennesee Titans seg í endaspæli. Tað gjørdi liðið úr Nashville við sigri á Houston Texans. Titans skulu møta Super Bowl-vinnarunum New England Patriots, sum á heimavølli í gjár blakaði sín møguleika burtur fyri at fáa frívikuskifti umframt tryggjaðan heimadyst í fjórðingsfinalunum. Miami Dolphins vunnu í tøttum dysti, og harvið hava Tom Brady og co. ein longri og truplari veg til enn eina Super Bowl.
Kansas City Chiefs gjørdi sær dælt av støðuni við at basa Los Angeles Chargers, og eru saman við Baltimore Ravens best fyri at gerast umboðið hjá AFC, aðru "hálvu" av NFL, í Super Bowl.
Í hinari hálvuni hevur støðið verið ógvuliga høgt í ár, og tað er so at siga vónleyst at siga, hvør er favorittur í NFC. San Francisco 49'ers liggur tó best fyri, tí liðið úr Kalifornia situr yvir í fyrsta umfari og hevur heimavøll í fjórðingsfinaluni og í hálvfinaluni, um liðið kemur víðari. Hetta gjørdist greitt, tá "Niners" vunnu í gysaranum í Seattle í nátt. Millimetrar, eins og VAR offside mál, vóru á muni millum ein sigur til 49'ers og Seahawks. Green Bay Packers og Aaron Rodgers hava eisini frí fyrsta vikuskifti í januar. Seahawks skulu til Philadelphia. Eagles spældu seg víðari við tryggum sigri á New York Giants í gjár.
Wild Card Weekend
Leygardagin 4. januar 2020:
21.35: Buffalo Bills - Houston Texans
01.15: Tennesee Titans - New England Patriots
Sunnudagin 5. januar:
18.05: Minnesota Vikings - New Orleans Saints
21.40: Seattle Seahawks - Philadelphia Eagles
Sita yvir:
San Francisco 49'ers, Baltimore Ravens, Kansas City Chiefs, Green Bay Packers
Annað
NFL: Til reiðar til endaspælið
Seinasta umfar í gundspælinum var í gjárkvøldið. Fyrstu fýra dystirnir í endaspælinum verða leiktir komandi vikuskifti, og fýra lið hava frí.
Russel Wilson og Seattle Seahawks gjørdust júst ov stuttir til at basa 49'ers á heimavølli í nátt (Mynd: EPA)
2019-12-30 18:21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald