Vinnararnir av Super Bowl 2020 hava longt sáttmálan við quarterback Patrick Mahomes, og knýta harvið stjørnuleikaran at liðinum næstu tíggju kappingarárini.
Sambært amerikanskum miðlum hevur sáttmálin eitt virði á meira enn 500 milliónir dollarar, ið svarar til áleið 3,3 milliardir krónur. Hetta ger Mahomes til best lønta ítróttarfólk í søguni hjá amerikanskum liðítrótti.
24 ára gamli Mahomes hevur bert leikt trý kappingarár í NFL, men hevur longu nátt meira enn flestu aðrir leikarar á sama plássi gera eina heila yrkisleið.
Mahomes hevur einans verið fastur quarterback fyri Chiefs í tvey kappingarár. Tað fyrra árið førdi hann liðið til AFC-finaluna, og varð valdur til besta leikara í deildini, meðan Mahomes seinasta kappingarár førdi Chiefs allan vegin til sigur í Super Bowl finaluni, har teir vunnu 31-20 á San Francisco 49ers. Haraftur var Mahomes valdur til besta leikara í dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald