Í gjár var sjóneykan í stóran mun vend ímóti Keypmannahavn - serliga um okkara leiðir. Danmark skuldi aftur spæla, og hesaferð gjørdist talan um eina fótbóltsveitslu og ein spennandi og góðan dyst, har Christian Eriksen eisini varð heiðraður.
Liðið hjá Kasper Hjulmand var uppiborið á odda í stegðinum við málið frá Yussuf Poulsen, ið kom næstan beinanvegin. Men so skifti Roberto Martinez Kevin De Bruyne inn til byrjanina av 2. hálvleiki, og løtu seinnu komu Eden Hazard og Alex Witsel eisini á vøllin - allir hava drigist við skaðar í seinastuni. Serliga var tað De Bruyne, ið gjørdi mun. Manchester City miðvallarin legði upp til 1-1 málið og skoraði sjálvur avgerandi málið, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Úrslitið merkir, at Danmark skal vinna á Russlandi í Parkini mánadagin - helst við tveimum málum - og hava hjálp frá belgiska liðnum, sum spælir í Sankta Pætursborg móti Finnlandi.
Les eisini:
De Bruyne var munurin
Støðgaðu dystinum eftir tíggju minuttir
EM-dagurin byrjaði í Budapest, har Ukraina og Norðurmakedónia spældu ein undirhaldandi dyst, har álopsfótbólturin fekk meira fokus. Verjan hjá norðurmakedónum er einki at reypa av, og Ukraina var nær við at avgera alt seinastu tjúgu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Talan gjørdist um tvey mál, men møguleikar vóru til fleiri. Fyrst var Andriy Yarmolenko til reiðar við aftaru stong í samband við hornaspark úr vinstru, og fimm minuttir seinni spældi liðformaðurin Roman Yaremchuk frían, og áleyparin var ógvuliga tryggur. Hetta vóru somu málskjúttarnir sum í 3-2 tapinum hjá Ukraina í Amsterdam sunnukvøldið.
Ezgjan Alioski fekk norðurmakedónar aftur í dystin í 57. minutti. Bushchan bjargaði brotssparkinum frá Leeds-leikaranum, men Alioski var sjálvur til reiðar at fáa returbóltin og minkaði um munin. Dimitrievski í makedónska málinum bjargaði eisini einum brotssparki. Hetta var í 84. minutti. Hann helt harvið fast í vónini, men í hinum endanum eydnaðist ikki at fáa 2-2 málið, sum hevði verið søguligt fyri Norðurmakedónia.
Andriy Yarmolenko er ógvuliga umráðandi fyri ukrainska liðið (Mynd: EPA)
Fyrrverandi stóráleyparin, Shevchenko, kundi fegnast eftir dystin (Myndir: EPA)
Sum væntað vunnu Niðurlond aftur í 2. umfari. Heimaliðið legði hart út, og í 10. minutti gjørdi David Alaba brotsspark, ið liðformaðurin á hinum liðnum, Memphis Depay, umsetti trygt. Eysturríki høvdu bóltin eitt lítið sindur meira enn heimaliðið ígøgnum dystin, men útiliðið hevði bert eitt skot uppá mál. Niðurlendski verjuparturin var styrktur við tí, at Mathijs de Ligt var aftur í miðuni av trý-mans miðverjuni sum stýrimaður. Eysturríki manglaði Marko Arnautovic, ið skoraði í fyrsta dystinum, men sum í støðuni beint eftir málið sendi ljót orð mótvegis norðurmakedónskum leikarum. Fyri hetta fekk umstríddi Arnautovic leikbann til dystin á Johan Cruyff Arena.
Tað eydnaðist heimaliðnum at økja um munin miðskeiðis í hálvleikinum. Tað var Depay, ið hegnisliga sendi innskifta Malen Donyell avstað. Hann hevði mestum eysturríksku hálvuna fyri seg sjálvan, men høgri vongbakkur hjá Niðurlondum hevði runnið niðan við í brotsteigin, og Donyell fann liðfelagan úr PSV. Denzel Dumfries skoraði til 2-0 og 25-ára gamli leikarin, sum avgjørdi dystin móti Ukraina og vann brotssparkið í fyrra hálvleiki, er við at fáa sítt stóra gjøgnumbrot á altjóða pallinum. Áðrenn endaspælið hevði Dumfries einki mál skorað á landsliðnum.
Málskjúttarnir, Depay og Dumfries, ið eisini spældu týðandi leiklut í málinum hjá hvør øðrum (Mynd: EPA)
Venjarin og liðformaðurin eftir at Depay varð skiftur út. Frank de Boer, ið hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri at nýta 3-5-2 leikskipanina, hevur fingið eina góða byrjan uppá endaspælið (Mynd: EPA)
Úrslitini í gjár merkja, at Niðurlond sum tað fyrsta liðið í EM hevur tryggjað sær fyrsta plássið í sínum bólki. Mánakvøldið vitja Norðurmekdónia, ið skulu royna at fáa síni fyrstu EM-stig og gera at tað er ein lítil møguleiki at koma víðari sum trý'ari. Úrsltiini merkja eisini, at Ukraina og Eysturríki mánakvøldið hittast til beinleiðis dyst um 2. plássið í Budapest. Ukraina kann standa seg við javnleiki, av tí at liðið hjá Shevchenko hevur betri málúrttøku.
EM bólkur B
Í gjár - Hósdagin 17.06
(Keypmannahavn) Danmark - Belgia 1-2 (1-0)
2' Yussuf Poulsen (Pierre-Emile Højbjerg) 1-0
55' Thorgan Hazard (Kevin De Bryune) 1-1
70' Kevin De Bruyne (Eden Hazard) 1-2
Mikudagin 16.06
(Sankta Pætursborg) Russland - Finnland 1-0 (1-0)
45' Aleksey Miranchuk (Artem Dzyuba) 1-0
Les eisini: Vakurt mál frá Miranchuk nóg mikið hjá Russlandi
Støðan eftir tvey umfør:
Belgia 6 stig
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig
EM bólkur C
Í gjár - Hósdagin 17.06
(Budapest) Ukraina - Norðurmakedónia 2-1 (2-0)
29' Andriy Yarmolenko (Oleksandr Karavaev) 1-0
37' Roman Yaremchuk (Andriy Yarmolenko) 2-0
57' Ezgjan Alioski br. 2-1
(Amsterdam) Niðurlond - Eysturríki 2-0 (1-0)
11' Memphis Depay 1-0
67' Denzel Dumfries (Malen Donyell)
Skráin í dag - 18.06
Bólkur E - 2. umfar:
14.00, Sankta Pætursborg (Gazprom Arena)
Svøríki - Slovakia
Slovakia 3 stig
Svøríki 1 stig
Spania 1 stig
Pólland 0 stig
Pólland og Spania leygarkvøldið
Bólkur D - 2. umfar:
17.00, Glasgow (Hampden Park)
Kroatia - Kekkia
20.00, London (Wembley)
Ongland - Skotland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald