Í gjár skipaði Styrkifelag Føroya fyri jólakapping í vektlyfting í hølunum hjá Tvørmegi í Havn. Kappast var í olympiskari lyfting, har lyft verður trekk og vend & stoyt. Hvør luttakari hevur trý lyft í hvørjari kappingargrein.
Íðkararnir vóru flokkaðir í vektbólkar, men hartil vórðu lyftini eisini umroknað eftir sonevnda Sinclair-háttinum, har hædd verður tikin fyri vekt og aldri hjá tí, sum lyftur.
Hjá kvinnum var bert tann eini luttakarin hesaferð, og tað var Erna Krett Hansen. Hon megnaði at seta persónligt met í báðum greinunum.
Hjá monnum vóru fimm lyftarar. Samanlagt lyfti Pól Hendrikur Andreasen mest, men tá lyftini vórðu umroknað eftir Sinclair háttinum, hevði Niels Áki Mørk flestu stigini.
Honum á baki kom Pól Hendrikur, meðan Mortan á Bøgarði vann bronsuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald