Kappróður

Niels Juul heiðraður

Um vikuskiftið umboðaði Niels Juul Akraberg Poulsen Føroyar í DM í inniróðri, og vann hann sær eitt silvurheiðursmerki, tá hann róði 806 metrar uppá tríggjar minuttir.

Mynd: Linn Augustinussen/Tvøroyrar kommuna

Mynd: Linn Augustinussen/Tvøroyrar kommuna

2020-01-22 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin skipaðu Tvøroyrar kommuna og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag fyri samkomu í kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har Niels Juul Akraberg Poulsen varð heiðraður fyri góðu úrslitini, sum hann fekk í DM í inniróðri um vikuskiftið.

Tvøroyrar kommuna skrivar, at Niels Juul varð úttikin at umboða Føroyar í bólkinum U13 dreingir, og vann hann sær eitt silvurheiðursmerki. Hann róði 806 metrar uppá tríggjar minuttir, og tað rakk til eitt annaðpláss.

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, og Linn Augustinussen formaður í FSR bóru fram kvøðu, og handaðu Niels Juul heiðursgávu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder