Skála hevur fyri kortum kunngjørt tveir nýggjar leikarar, sum hava skrivað undir sáttmála fyri koamandi ár. Talan er um ein 24-ára gamlan málverja úr Fuglafirði og ein 35-ára gamlan spanskan verjuleikara.
Felags fyri Tóra Traðará og Pedro Trancon Anton er, at teir einki spældi á høgum støði í fjør. Tóri hevur seinastu tvey árini verið darvaður av skaðum - serliga av einum krossbandsskaða - men sat á bonkinum sum eykmálverji hjá ÍF tveir triðingar av dystunum í ár og spældi annars við næstbesta liðnum sum var í 3. deild. Tóri Traðará hevur spælt seks dystir í Betrideildini men hevur fyri tað mesta spælt í deildini, har Skála er nú: Málverjin er skrásettur fyri 40 dystir í 1. deild - teir flestu í 2018 har hann var við at fáa ÍF upp í Betrideildina aftur.
Tóri í dysti í 1. umfar í 2019 Sarpugerði. Har stóð málvejrin sera væl men fekk ein skaða í økslina (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tóri Traðará saman við formanninum hjá Skála - Inga Hansen (Mynd: Skála)
Pedro Tarancon Anton hevur eisini umboðað ÍF. Tað var í seinnu hálvu í 2017. Annars hevur Pedro spælt 81 dystir fyri B68 síðani 2016 - teir flestu í 1. deild. Seinasta vetur skrivaði spanski verjuleikarin sáttmála við AB, men orsakað av trupulleikum við uppihalds- og leikaraloyvi spældi Pedro bert ein 1. deildardyst við felagnum á Argjum. Nú verður hann at síggja í appelsinlittum.
Niels Pauli tekur fjórða árið á Skála - yngri halda fram
Í gjárkvøldið skrivaði Skála soleiðis á Facebook-síðu sínari:
- Vit eru fegin at kunna kunngera, at Niels Pauli Danielsen eisini spælir við Skála komandi ár. Niels Pauli má sigast at vera ein av veteranunum í føroyskum fótbólti. Sambært Faroesoccer hevur hann luttikið í 235 dystum í bestu deildini umframt eina rúgvu av øðrum dystum. Hetta verður fjórða kappingarár hjá Niels Paula á Skála. Og vit fegnast um at hava Niels Paula í hópinum, nú vit fara at taka eitt ár í næst bestu deildini við fokus á at flyta upp aftur komandi kappingarár.
Áhugi var fyri 31-ára gamli klaksvíkinginum frá feløgum í Betrideildini, men miðvallarin ið spældi allar dystirnar uttan ein fyri Skála farna kappingarár verður ein lyklaleikari hjá teimum appelsinlittu í 1. deild.
Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Andreas Egeberg Jacobsen skrivaðu í september undir tvey-ára sáttmálar (Mynd: Skála ÍF)
Sum skilst er eisini møguleiki fyri, at Teitur Reinert Joensen og Pætur Dam Jacabsen fara at taka eitt tak fyri felagið aftur komandi ár. Fyri Skála var tað eisini sera umráðandi at tryggja sær undirskrift frá fleri av teimum ungu og evnaríku leikarunum í heyst: Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Andreas Egeberg Jacobsen halda allir fram í barndómsfelagnum, og tað gera Jákup Joensen, Karl Martin Johansen, Djóni Jansson Petersen, Dávid Johansen og Hanus Mikkelsen eisini. Teitur Poulsen hevur eisini skrivað undir nýggjan sáttmála við Skála, men óvist er, um 19-ára gamli strandingurin fær spælt nakað komandi ár, orsakað av ógvusliga beinbrotinum hann fekk í dysti móti HB í mai.
Hava longt við málmansvenjara og sett fysiskan venjara
Sorin Anghel skrivaði í oktober undir sáttmála fyri komandi ár. Nú er greitt, at 56-ári rumenski málmansvenjarin Eugen Voda eisini verður í venjaratoyminum í 2021. Landsmaðurin hjá Sorini vardi málið hjá besta liðnum hjá Skála 67 ferðir - millum annað í 10 dystum í 2005, tá tað gekk heilt væl hjá Skála. Eugen hevur arbeitt saman við Sorini í trimum ymiskum feløgum, og teir komu saman til Skála fyrst í august.
Ronja Joensen saman við Inga Hansen (Mynd: Skála)
Eitt nýtt andlit verður eisini í venjaratoyminum. Talan er 22-ára gomlu Ronju Joensen. Hon er av Skála, hevur útbúgving frá Fitness Institute í Danmark og starvast til dagligt sum persónligur venjari og kostráðgevi hjá Burn Fitness. Ronju verður knýtt at hópinum sum fysiskur venjari, og væntandi fer hetta at geva spælarunum eitt lyft á tí fysiska økinum umframt at virka skaðafyribyrgjandi, skrivar Skála. Ronja Joensen er longu farin í gongd - hon hevur seinastu tvær vikurnar arbeitt við hópinum.
Pauli G. Hansen heldur ikki fram sum hjálparvenjari hjá Skála.
Rættað: 21/12 - 00.11
Fótbóltur
Niels Pauli Danielsen heldur fram á Skála
Royndi miðvallarin skal royna at hjálpa felagnum upp í Betrideildina aftur. Skála hevur eisini fingið Tóra Traðará og Pedro Tarancon í hópin og hevur fingið ungan fysiskan venjara.
Niels Pauli Danielsen skal komandi ár aftur stríðast fyri Skála ímóti millum annað AB (Mynd: Sverri Egholm)
2020-12-20 15:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald