Eysturríkski rasarakoyrarin og fyrrverandi heimsmeistarin í Formel 1, Niki Lauda er deyður, 70 ára gamal.
Hann doyði í song síni eftir sjúku í eina tíð, upplýsir familjan, sambært Ritzau.
Niki Lauda var heimsmeistari fyri Ferrari í 1975 og 1977 og fyri McLaren í 1984, og verður av mongum mettur sum heimsins besti rasarakoyrari nakrantíð.
Fram til deyða sín var hann nevndarformaður og eigari í týska Mercedes Formel 1-liðnum, við núverandi heimsmeistaranum, Lewis Hamilton.
Niki Lauda fekk álvarslig brunasár yvir kropp og andlit í eini ógvusligari vanlukku á týska Nürnburgringinum í 1976. Niki Lauda var tá verandi heimsmeistari, og stóð til at endurvinna heitið í hørðum sstríði móti bretska kappingarneytanum, James Hunt.
Tað hevði regnað, og Lauda hevði skift dekkini og spitaði upp fyri at heinta mista tíð innaftur. Men dekkini vóru framvegis køld, og festið vánaligt, tá bilurin gleið í einum svingi.
Lauda rendi inn í kantin, hjálmurin fleyg av høvdinum, og eldur kom í Ferrari-bilin, tá hann snúðraði inn á breytina aftur. Eysturríkarin sat fastur í brennandi bilinum í meira enn ein minutt og fekk tí nógvan eitrandi royk í seg, áðrenn nakrir av viðkoyrarunum fingu bjargað honum úr brennandi vrakinum.
- Tíggju sekund afturat, so hevði eg verið deyður, segði Lauda í eini samrøðu við The Telegraph fyri tveimum árum síðan.
Bert seks vikur eftir hendingina var Lauda aftur við í stríðnum um heimsmeistaraheitið í Formel 1, men hann tapti tað árið til kappingarneytan, James Hunt.
Í 2013 var hendingin gjørd til filmin ”Rush”, sum Oscar-vinnandi amerikanarin, Ron Howard, leikstjórnaði.
Orsaka av brunasárunum, var Niki Lauda altíð í reyðum kasketti so at sárini á høvdinum og hálvt avbrenda oyrað kundu fjalast.
Hann fekk eisini skaða á lunguni. Í august í fjør varð hann innlagdur til eina tvífalda lungnatransplantasjón.
Niki Lauda kom frá eini ríkari ídnaðarfamilju, og hevði sjálvur gávur sum vinnulívsmaður. Hann stóð á odda fyri trimum flogfeløgum. Fyrst Lauda Air og síðan flyNiki, sum tó bæði vórðu keypt upp av øðrum feløgum. Seinast skapti hann LaudaMotion, sum Ryanair keypti seg inn í í fjør.
Lauda átti tveir synir við fyrrverandi konuni, Marlene Knaus. Í 2008 giftist hann 30 ár yngri Birgit Wetzinger, ið arbeiddi sum flogterna í felagnum flyNiki. Hon gav manni sínum annað nýrað, tá tað vísti seg, at hann ikki kundi brúka tað hjá beiggja sínum.
Í 2009 fingu tvy tvíburðar, Max og Mia.
Heimsmeistari í 1974 (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald