Hondbóltur

Nikolaj Jakobsen skal standa á odda til HM á heimavølli í 2025

Venjarin, ið hevur leitt danir til tvey heimsmeistarameitið á rað, hevur longt sáttmálan við danska honsbóltssambandið.

Nikolaj Jakobsen er ógvuliga høgt í metum í Danmark, og hann skal standa á odda fyri liðnum til tey mongu komandi endaspølini (Mynd: Sverri Egholm)

Nikolaj Jakobsen er ógvuliga høgt í metum í Danmark, og hann skal standa á odda fyri liðnum til tey mongu komandi endaspølini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-04 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2019 gjørdist Danmark heimsmeistari í manshondbólti á fyrsta sinni. Gullið kom í hús við tryggum finalusigri á Noreg í Herning, og í januar 2025 fáa danir aftur møguleikan at spæla um heimsmeistaraheitið á heimavølli. 

Tá verður tað, eins og fyri tveimum árum síðani, Nikolaj Jakobsen, ið skal standa á odda fyri danska liðnum. Hetta er greitt, eftir at gullvenjarain og danska hondsbóltssambandið hava longt samstarvið. 

- Sum hondbóltssamband kundu vit ikki ynskt okkum meira. Vit hava ein landsliðsvenjara við ógvuliga høgum hondbóltsfakkunnleika. Nikolaj megnar at vera ein góður leiðari og samtundis skapa eitt samanhald og stóra motivatión hjá leikarunum...eg eri sera nøgdur við, at vit kunnu halda frst í samstarvinum við Nikolaj. Støðufesti í venjarasessinum er eitt lyklaorð fyri meg, tí tað leiðir ofta til stóra viðgongd, og tí er tað gleðiligt, at Nikolaj í minsta lagi tekur HM á heimavølli í 2025 við sum danskur landsliðsvenjari. Tað er ein gáva fyri øll í donskum hondbólti.

Hetta sigur Morten Henriksen, ítróttarstjóri, millum annað í dag. Landsliðsvenjarin er ógvuliga høgt virdur í Danmark. Hann gjørdi vart við seg sum leikari í serliga 1990'unum við GOG og THW Kiel, og tekniskt dugnaligi vongurin skoraði 552 mál í 139 landsdystum. 15 av teimum komu í einum og sama dysti - HM móti Grikkalandi - og hetta er framvegis met fyri ein dyst.

Nikolaj Jacobsen sigur sjálvur við heimasíðuna hjá DHF, at hann er errin av at hava fingið longt sáttmálan og at HM 2025 í Danmark er nakað, ið hann sera fegin vil partur av. 

Tað eydnaðist eisini hjá Nikolaj og hansara liðið at vinna HM í Egyptalandi í januar. Eins og í 2019 var Jóhan á Plógv Hansen partur av liðnum. Næsta uppgáva hjá dønum er OL í Tokyo - í januar verður tað EM-endaspælið, sum verður hildið í fleiri av eysturevropeisku londunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder