Annað

Nina heldur fram sum ungdómsmennari

Nevndin í Ríðisambandinum hevur longt avtaluna við Ninu Brockie Hansen.

2019-11-26 07:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá tey seinasta vetur løgdu til brots við ungdómsmenning í ríðisambandinum, so var tað nakað ið skuldi byggjast upp frá botni.

Brandur í Dali, formaður í sersambandinum hjá reiðfólkinum, sigur at nevndin hevur nú, saman við ungdómsmennarinum eftirmett farna árið, og var stór semja um at hetta var nakað sum ikki mátti detta niðurfyri. 

Tí hevur nevndin avtalað við Ninu Brockie Hansen, at hon eisini komandi árið, skal standa á odda fyri hesum sera umráðandi arbeiðinum. Brandur í Dali sigur at tey meta seg hava lært nógv hetta fyrsta árið, og at tað nú snýr seg um at bøta um summi ting, soleiðis at ungdómsmennanarin fær bestu karmarnar at arbeiða í. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder