Annað

Nissurenning í Vági verður leygardagin

Tað er aftur ítróttafelagið Hvistan, sum skipar fyri – Nissuklæddir luttakarar fara ein túr á tilsamans 30 minuttir, og síðani verður sangur, og bollar og kakao í Miðlatún.

Mynd: Hvistan

Mynd: Hvistan

2020-12-11 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ítróttafelagið Hvistan, sum í ár rundaði 15 ár, hevur skipað fyri nógvum tiltøkum í heyst, og nú árið er komið at halla, eru bert tvey tiltøk eftir. Annað av teimum verður í morgin, leygardagin 12. desember klokkan 11.

Talan er um nissurenningina. Hon er soleiðis skipað, at luttakararnir eru nissuklæddir, við nissuhúgvu, reyðari nøs, jólaklæðum ella líknandi, og eins og áður, tá ið heilsutúrar hava verið, verður byrjað við Miðlatún, og ein er ígongd í 15 minuttir, og so verður vent og leiðin løgd aftur til Miðlatún. Sostatt er tilsamans talan um ein túr á 30 minuttir.

Nissurenningin er endin á heilsutúrunum í Vági, sum hava verið fyriskipaðir 14. hvønn dag í heyst, har luttakararnir til hvørt tiltak hava kunnað vunnið góðar vinningar. Til hesa nissurenningina verður eisini drigið ímillum øll tey, sum hava luttikið, um fleiri sera góðar vinningar.

Tá ið komið verður aftur í Miðlatún, er sangur frá gentukórinum úr Frelsunarherinum í Vági á skránni, umframt at Miðlatún bjóðar kakao og bollar. Eisini vitjar felagið blóðgevi, sum fer at kunna um møguleikarnar at lata blóð í Suðuroynni.

Nissurenningin hjá Hvistuni er eitt ókeypis tiltak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder