Annað

Nøgdir hóast taktikkurin ikki eydnaðist

Riwal-liðið hjá Torkil Veyhe satsaði móti teimum stóru, men teir vóru ov stuttir til endans.

2019-05-05 20:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

 

Tað gjørdist líka við og næstan hjá danska súkkliðnum Riwal Readynez í Tour of Yorkshire í dag.

Liðið satsaði koyrdi fyri at tryggja vinnaranum í gjár, Alexander Kamp, sigurin. Men tað eydnaðist ikki. World Tour liðini vóru sterkari, serliga Team Ineos, sum fyrr æt Sky. Móti endanum av eini spennandi kapping í dag komu tveir av teirra monnum við saman við vinnaranum í fjør, belgiarin Greg Avermaet frá CCC Team.

Annar av Team Ineos súkklarunum var enski Chris Lawless, sum súkklaði í bláu føraratroyggjuni, og tað tyktist sum, at teir samdust at belgiarin skuldi vinna um hann vildi hjálpa til at halda teir jagstrandi eltararnar aftan fyri.

Og sostatt gjørdist van Avermaet vinnari í dag, og Lawless kundi fegnast um samlaða sigurin. Kamp kom í mál 9 sekund eftir, og misti sostatt plássi á sigursskamlinum og endaði sum nummar fýra. Írin Eddie Dunbar frá Ineos tóktriðja plássið.

- Vit koyra sum eitt lið í dag, og vit koyrdu fyri at vinna uttan at geva okkum far um, hvørjum vit súkklaðu ímóti. Um ein skal tora at vinna, má ein eisini risikera at tapa. Hóast vit mistu sigurin í dag, so kundi vit vísa, at vit megna at koyra líka so væl sum tey bestu liðini á World Tour og væl betri enn fleiri av World Tour-liðunum, sum vóru við í dag.

- So vit eru nøgdir við kappingina hóast alt.

Soleiðis segði føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, eftir kappingina í dag.

Fyri hann sjálvan, var dagurin ikki øðrvísi enn hinir tríggir. Hann brúkti allar sínar kreftir í byrjanini av teininum, og tók tað meira róligt móti endanum.

- Eg helt okkum frammi stórt sæð allan dagin, og syrgdi fyri vit komu fyrst inn til brekkuna eftir 128 kilometrar, har vit skuldi leggja press á. Síðani tóku hinir yvir. Við tað eg kundi taka alt sleipið fyrstu 130 kilometrarnar, høvdu vit enn seks mans eftir til finaluna, so ja, eg eri væl nøgdur við mín innsats, sigur Torkil Veyhe.

Torkil Veihe gjørdist í dag nummar 71, góðar 9 minuttir eftir vinnaran. Samlað gjørdist hann nummar 89 av teimum 93, sum gjøgnumførdu.

Eftir at hava roynt seg móti fleiri av heimsins sterkastu súkklarum, gongur leiðin nú heim til Danmarkar. Komandi uppgávurnar vera á skandinaviskari jørð.

Næsta vikuskifti skal hann súkkla í elstu súkklukappingini í Skandinavia, Scandinavia Race, sum er ein býarkoyring, har koyrt verður í gøtunum Uppsala.

Eftir tað skal Torkil súkklar nakrar kappingar í Noregi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder