Tíverri vísir tað seg at nógvir av rógvarnum ikki eru í bjargingarvesti, tá vant verður. Tað sigur Vørn á heimasíðuni.
Síðstu vikurnar hava manningar frá Brimli og Tjaldrinum gjørt kanningar av kappróðrarbátum, fyri at kanna um trygdarútgerðin er í lagi. Eitt, sum hugt verður eftir, er um mannningarnar eru í bjargingarvesti.
Vørn sigur, at hetta er galdandi fyri manningar líka frá barnaróðri upp til størstu bátarnar.
- Sum við øðrum av lívsins viðurskiftum, síggja teir ungu rógvarnir upp til teir rógvarnar, ið rógva við størru bátunum. Og um teir eldru rógvararnir eru líkasælir við galdandi trygdarreglur, smittar tað av á teir yngru og hetta er sjalvandi ein keðilig gongd, sigur Vørn, sum tó eisini hevur rós at vera ávísum kappróðrarfeløgum.
- Tað skal tó sigast, at hjá summum av feløgunum í landinum er hugburðurin ein annar. Teir syrgja fyri at manningarnar altíð eru í vesti. Tað er at fegnast um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald